(Windy.com)

Ringast fyrrapartin í morgin

Sverri Egholm

06.12.2017 - 21:57

Tíðindi > Veðrið

Um 5-6 tíðina í morginárini brestir veruligt ódnarveður á, og tað heldur fram til fríggjadagin.

Mesti vindur sær út til at vera út á fyrrapartin í morgin og nakað út á seinnapartin, tá hann verður stormur við hvirlum í ódnarstyrki av norði og miðalvindi á 25-30 m/s. Tað verður vátaslettings- og kavaælingur, og veðurstøðirnar vænta at hitin fer at liggja um 3-4 stig.

Annars batnar veðrið so líðandi, og fríggjadagin 18-23 metrar um sekundið av norði og útnyrðingi við hvirlum upp í stormstyrki, men út á dagin minkandi. Skýggjað við kava ella heglingsalum. Hitin millum 2 kuldastig og 3 stig.

Fylg veðrinum her