Vevmynd av Gøtueiði

Ringast í Norðragøtu og Fuglafirði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

07.12.2017 - 09:09

Tíðindi > Veðrið

Alt bendir á, at tað er Norðagøta og Fuglafjørður, ið eru ringast fyri, so sum veðrið er í løtuni.

John Martin Olsen, vaktleiðari hjá løgregluni sigur, at løgreglan millum klokkan 6 og 9 í morgun hevur fingið umleið 30 fráboðanir um stormskaðar, og teir allarflestu komu úr Norðragøtu. Talan eru tekjur og húsaklædningar, ið eru rivin.

- Tað sær út til at ættin kanska er skift eitt sindur nú, tí nú fingu vit fleiri fráboðanir úr Fuglafirði eisini, segði John Martin Olsen við útvarpið kl. 9