Risastórt teldutreff í Hoyvíkshøllini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.11.2017 - 22:26

Mentan >

Í næstum skipar eSport.fo fyri einum risastórum teldutreffi. Nýggja tiltakið, sum kemur at eita eLan, kemur í fyrstu atløgu at ganga fyri seg í Hoyvíkshøllini tann 17. og 18. Novembur. 

Tiltakið snýr seg um gaming, sum er eitt sera framkomið fyribrigdi hesu seinastu árini. Ætlanin við tiltakinum er at samansjóða føroyingar sum hava áhuga innanfyri gaming. Talan er um bæði um sera eldhugaðar spælarar ið dáma væl kappingar, eins og tann meira vanliga gerandisgamaran. 

Endamálið er sjálvsagt at stuttleika sær, og at samskifta við fólk ið hava felags áhugamál, og at geva teimum ið veruliga brenna fyri gaming ein møguleika fyri at vísa hvussu kring tey eru.

Tiltakið kemur væl við í føroyum, tá áhugin, eins og í útlondum hevur verið vaksandi, og eLan gevur eisini áhugaðum møguleika fyri at uppliva eitt stórt sosialt umhvørvið sum hevur áhugan fyri gaming sum grundarlag.

Rúni Winther Johnsen, sum stendur fyri eSport.fo sigur "Heilt síðan vit byrjaðu at skipa fyri kappingum innanfyri telduspøl, hava vit fingið ómetaliga nógvar fyrispurningar um at fáa eitt risastórt teldutreff upp at koyra aftur fyri tey sum eru áhugaði. Um vit kasta eyguni til onnur norðurlond, síggja vit at stór teldutreff eru eitt alsamt vaksandi fyribrigdi, har luttakaratalið røkkur upp í túsundavís."

Í samband við nýggja tiltakið, hevur eSport.fo gjørt stórar íløgur fyri at tryggja sær, at ongar keðiligar forðingar verða viðvíkjandi internet sambandinum á staðnum.