Rob Cross (Mynd: EPA)

Rob Cross heimsmeistari í dart



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

01.01.2018 - 22:09

Ítróttur >

Finalan í heimsmeistaraskapinum í Dart 2018 varð spæld í kvøld í Alexandra Palace í London. Í finaluni møttust 16 faldi heimsmeistarin Phil Taylor og Rob Cross, sum er við í heimsmeistarakappingini fyri fyrstu ferð.

Phil Taylor er ivaleyst stóra legendan í ítróttinum, og tí var talan um eina stóra finalu, tí at hetta var seinastu ferð Phil Taylor spældi. Legendan hevur valt at gevast.

Rob Cross legði hart út beinanveg og lá frammanfyri allan vegin. Rob Cross vann fyrstu 3 settini, áðrenn Phil Taylor megnaði at vinna sítt fyrsta sett.

Rob Cross lat hetta tó ikki við seg koma, og vann næstu trý settini, so at støðan varð 6-1.

Í áttanda setti tóktist tað sum um, at nervarnir byrjaðu at ávirka unga Rob Cross. Meðan Cross gjørdi fleiri feilir, spældi Phil Taylor framúr, og vann setti trygt.

Tað rakk tó ikki longri enn til tvey sett fyri Phil Taylor, tí at Rob Cross endaði síðsta setti heilt framúr. Við trimum teimum síðstu pílunum rakti Cross trýfalt 20 tvær ferðir, og tryggjaði sær heimsmeistaraheitið við síðsta pílinum, tá hann rakti dupult 16. Støðan varð nú 7-2, og Rob Cross varð gjørdist heimsmeistari í Dart 2018.