Robert Heðin Brockie og B36 hava skrivað undir sáttmála fyri 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

26.11.2017 - 20:00

Ítróttur >

Eftir drúgvan skaða, sum hendi í Effodysti á Skála tann 12. mars 2016, er verjuleikarin Robert Heðin nú aftur klárur at taka eitt tørn fyri B36.

Og í dag hava partarnir so skrivað undir ein 1 ára sáttmála

Robert Heðin sleit krossband í eina knæðnum og tók tað alt ov langa tíð at staðfesta og at koma í viðgerð, so alt 2016 og 2017 fót við at bíða og til upptrening.

Robert Heðin hevur tó havt gott mót og hevur hann oftani verið at sæð í B36 húsinum og á venjingarmiðstøð, har hann hevur upptrenað og hildið seg í form

Hann fekk tó líka um endan av 2017, har hann leikti 6 dystir fyri 2. lið hjá B36