Forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, og konan Grace Mugabe (Mynd: EPA)

Robert Mugabe (92) ætlar at stilla upp til valið í 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

23.12.2016 - 10:04

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Politiski leiðarin í afrikanska landinum Zimbabwe er Robert Mugabe, sum nú er blivin 92 ára gamal. Hóast sín høga aldur, so hevur hann ongar ætlanir um at gevast enn. Hann ætlar at stilla upp til forsetavalið í 2018. Hetta visti tíðindastovan AP at siga herfyri.

Ikki einans hevur Mugabe ætlanir um at halda fram sum stjórnarleiðari. Á floksfundinum hjá stjórnarflokkinum, Zanu PF varð hann eisini valdur til forsetavalevni, men hesaferð var mótstøðan tó eitt vet størri enn hon hevur verið seinastu mongu árini. Hetta skrivaði Reuters tíðindastovan millum annað. Mugabe hevur sitið sum forseti í Zimbabwe síðan 1980.

Tá Mugabe skuldi halda takkarrøðu sína á floksfundinum sang áhoyrarafjøldin millum annað, at Mugabe eigur at stýra í allar ævir.

Gamli stjórnarleiðarin heitti í røðuni millum annað á floksfelagar sínar um, ikki at klandrast um, hvør eftirmaður hansara skuldi blíva. Eftirmaðurin hjá Mugabe verður valdur á floksfundinum hjá Zanu PF í 2019.

Stuðulin er minkandi
Gamli forsetin hevur ikki longur so nógva makt sum hann hevur havt, og nú sær man fleiri av hansara fyrrverandi stuðlum hætta sær at taka stuðul sín til gamla forsetan aftur.

Flokkurin er nú í tvíningum. Ein vongur stuðlar Mugabe, og at kona hansara, Grace Mugabe skal taka yvir, tá maður hennara einaferð gevst, og hin vongurin stuðlar varaforsetanum, Emmerson Mnangagwa.

Mugabe er komin undir størri trýst enn vanligt í seinastuni, og er tað orsakað av syndarligu støðuni í landinum. Tað í sær sjálvum er onki nýtt, og hevur slettis ikki forða gamla forsetanum at liva í óvanligum luksus. Áhaldandi korruptión, vánalig fíggjarstøða hava nærum verið gerandiskostur í krígsherjaða landinum, síðan Mugabe kom til valdið, men at tað nú byrjar at síggjast aftur á stuðlinum til gamla leiðaran kann møguliga tilskilast, at hann er við at missa takið á gamalsaldri.

Høgi aldurin hevur so ikki fingið ungdómin í Zanu PF til at taka sín stuðul til forsetan aftur, tvørtur ímóti. Tey eru hinvegin komin við uppskoti um navnabroyting, so at forsetin verður kallaður President Robert MugabeAlderen, ella Robert Mugabe Forseti. Eisini skjóta tey upp, at Mugabe ættin til allar tíðir skal valda í Zimbabwe.

Er Mugabe á lívi til valið í 2018 verður hann 94 ár. Og sambært Reuters verður tað hansara síðsta valskeið, verður hann valdur ella ei. Tí tað sigst lógin í Zimbabwe staðfesta. Men gamli hevur tænt fyri seg og síni, kann sigast.

Stórsligin hátíðarhald og kostnaðarmikil heilsubót
Fíggjarliga støðan í Zimbabwe er, og hevur longi verið út av lagi vánalig, men hetta ávirkar ikki forsetan stórvegis. Meðan meginparturin av fólkinum ikki hevur ráð til at gerast mett hvønn dag, so ferðast hann javnan til Singapore og fær heilsubót. Ivaleyst ein av orsøkunum til, at hann er lutfalsliga væl fyri, hóast sín høga aldur.

Í 2014 fylti Mugabe 90 ár, og sovorðin hending fór ikki stillisliga fyri seg. 90 ára dagurin varð hildin á fótbóltsvøllinum í býnum Marondera, har fleiri hundraðtals gestir vóru boðin við. Stóri føðingardagurin kostaði landskassanum um seks milliónir krónur.

Í 2013, á 89 ára degnum varð ein gullpengi gjørdur av forsetanum, og føðingardagskakan vigaði 89 kilo. 

- Robert Mugabe er ein serligur persónur, og tí hátíðarhalda vit føðingardagin hjá honum, segði Absalom Sihosana, skrivari í stjórnarflokkinum Zanu-PF, sambært The Guardian.

Tað er heldur ikki vanligt at fólk gerast 90 ár í Zimbabwe, har miðallivialdurin ikki er hægri enn 54 ár. Sjálvur heldur Mugabe at hann hevur hægri kreftir við sær.

- Eg veit ikki hvussu tað ber til at eg havi liva so leingi. Alt er í hondunum á Gudi, sigur hann.