Roberto Mancini skal leiða Italia aftur á toppin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

15.05.2018 - 18:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Italska fótbóltssambandið hevur kunngjørt, at tað verður fyrrverandi venjarin í Manchester City, Inter og Zenit St. Pætursburg, sum frameftir skal standa á odda fyri italska landsliðinum.

53 ára gamli Mancini boðaði sunnudagin frá, at hann gavst sum venjari hjá Zenit, og í gjárkvøldið komu boðini um at hann er nýggi italienski landsliðsvenjarin.

Mancini hevur vunnið trý italiensk meistaraheiti við Inter og stóð á odda fyri Manchester City, tá felagið vann Premier League í 2011-2012.

Italia hevur ongan fastan venjara havt síðani landið tapt play-off dystirnar um HM luttøku móti Svøríki í november. Svøríki vann 1-0 samanlagt.