(Mynd: EPA)

Robin Williams deyður fyri egnari hond

Ingi Samuelsen

12.08.2014 - 05:23

Tíðindi >

Amerikanski sjónleikarin og Oscar-vinnarin, Robin Williams, er funnin deyður í heimi sínum í Kalifornia, skrivar NVC News við løgregluni sum keldu.

Robin Williams gjørdist 63 ára gamal.

Sambært løgregluni bendir alt á, at Robin Williams er deyður fyri egnari hond

Williams var serliga kendur fyri leiklutir sínar í filmunum "Good Morning Vietnam" og "Dead Poets Society". Hann hevur fyrr tosað opið um sítt rúsdrekka- og rúsevnamisbrúk.