Blómur framman fyri húsini hjá Robin Williams í Kalifornia

Robin Williams hongdi seg

Ingi Samuelsen

13.08.2014 - 04:45

Tíðindi > Uttanlands > Annað

- Øll spor benda á, at Robin Williams doyði fyri egnari hond. Men endaliga niðurstøðan verður ikki gjørd fyrr enn eiturevnafrøðiliga frágreiðingin er gjørd og avhoyringin av vitnum er liðug.

Soleiðis sigur ein talsmaður fyri løgregluna Marin County í Kalifornia í dag, nú tað frættist at amerikanski sjónleikarin varð funnin hongdur og kvaldur.

Eitt hjálparfólk fann 63 ára gamla Robin Williams deyðan í gjárkvøldið, okkara tíð, tá sjóneikarin ikki svaraði úr kamari sínum heima í Norðurkalifornia, nærhendis San Fransisco.

Í allan dag hava fjepparar lagt blómur, ljós og heilsanir við læstu grindina framman fyri húsunum hjá Robin Williams, skrivar AP-tíðindastovan.

Sambært Reuters-tíðindastovuni hevði Robin Williams leitað sær hjálp móti depressjón stutt fyri andlátið. Tíðindatalsfólkið hjá honum, Mara Buxbaum hevur sagt fyri tíðindastovunum, at sjónleikarin hevur verið úti fyri einum sera truplum sálarligum niðurtúri seinastu tíðina.

Robin Williams hevur fyrr havt trupulleikar av ovurnýtslu av bæði rúsevnum og rúsdrekka. Í farna mánaða boðaði hann frá, at hann var farin undir nýggja avvenjingarviðgerð.

Kanningarnar kring deyða hansara eru ikki lidnar enn, og sagt verður, at tað kunnu ganga fleiri vikur, áðrenn løgreglan kann siga nakað um, hann hevði rúsevni ella alkohol í blóðinum.

Seinasti persónurin, sum hevði samband við sjónleikaran, var kona hansara Susan Schneider. Hon legði seg seg sunnukvøldið at sova í egna kamari sínum, og sá hann ikki áðrenn hon fór frá húsum næsta morgun.

Robin Williams verður m.a. mintur fyri filmarnar ”Dead Poets Society”, ”Mrs. Doubtfire” og ”Good Will Hunting”, har hann fekk ein Oscar fyri besta hjáleiklut í 1998.