Robinho (Mynd: EPA)

Robinho dømdur níggju ára fongsul fyri neyðtøku



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

23.11.2017 - 20:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrrverandi fótbóltsstjørnan Robinho úr Brasilia er dømdur nýggju ára fongsul fyri at hava verið við til at neyðtikið eina kvinnu.

Fyrrverandi fótbóltsleikarin, sum millum annað spældi við Real Madrid, Manchester City og AC Milan,luttóku í einari bólkaneyðtøku í 2013, tá hann spældi við AC Milan.

Rætturin í Milano dømdi Robinho fyri hendingina, sum fór fram á einum diskoteki, har Robinho og fimm aðrir menn neyðtóku eina 22 ára gamla albanska kvinnu.

Robinho noktar seg sekan, og hevur møguleika at kæra dómin.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Robinho er ákærdur fyri neyðtøku. Í 2009 varð Robinho ákærdur fyri at hava neyðtikið eina 18 ára gamla kvinnu á einum diskoteki í Leeds í Onglandi. Tað ferðina avgjørdi løgreglan at sleppa alinum eftir at hava avhoyrt Robinho.