Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Helgi Dam Ziska, stórmeistari í talvi (Mynd: lms.fo)

Røða løgmans: Bragdið í Baku

Niels Petersen

15.09.2016 - 21:40

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Tað er mín vón, at frálíka úrslitið hjá Helga Dam Ziska í Baku slóðar fyri enn einum frambroti í føroyskari telving. Vit hava sæð í øðrum ítróttagreinum, hvussu sterk og sannførandi einstaklingaavrik kunnu menna eina heila ítróttagrein.

Tað segði løgmaður millum annað á hátíðarløtu seinnapartin í Tinganes fyri Helga Dam Ziska, stórmeistara í talvi.

- Tað er eitt bragd, sum tú hevur rokkið. Seinastu fýra árini hevur tú tikið eina krevjandi útbúgving í Edinburgh samstundis sum tú støðugt hevur tikið teg fram í telving. Hetta er rættiliga óvanligt. Og tú ert ein óvanliga gávaður telvari, vísti løgmaður á í røðu síni.

Røða løgmans kann lesast her.