(Mynd: Teitur Samuelsen)

Róðrarfelagið Knørrur á odda í liðkappingini í Ódnartøkum

Niels Petersen

31.08.2016 - 22:18

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Fyrsta umfar í Ódnartøkum var rógvið í Hvannasundi leygardagin. Í liðkappingini kláraði liði hjá Róðrafelagnum Knørri 2 seg best. Liðið liggur sostatt fremst í kappingini um at vinna tær 5.000 krónurnar, sum KBI í Klaksvík letur vinnaranum.

Næsta umfar verður róð í Miðvági leygardagin 10 september.

Støðan í liðkappingini er henda:

Róðrarfelagið Knørrur 2                     9 stig
Jallurin barnaróður dreingir
Pílur barnaróður gentur
Ormurin Langi 10mf

Havnar Róðrarfelag 3                          7 stig
Drekin Barnaróður dreingir
Sílið 5mf gentur
Títtlingur 5mf dreingir

Argja Róðrarfelag                                6 stig
Teistin 5mf kvinnur
Teistin 5mf dreingir
Argjabáturin

Havnar Róðrarfelag 1                          4 stig
Blikur (Drekin) 5mf kvinnur
Drekin 5mf gentur
Havnarbáturin

Havnar Róðrarfelag 2                          4 stig
Sílið Barnaróður dreingir
Sílið Barnaróður gentir
Gongurólvur 6mf. Kvinnur

Róðrarfelagið Knørrur 1                      3 stig
Jallurin 5mf dreingir
Knørrur 8mf
Kongurin 10mf