Fyrstu ferð Jannik luttók í inniróðri. Hann róði heili 2.500 metrar uppá 9,50 minuttir (Privatmynd)

Róðrarúrmælingur setir sær høg mál



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

10.01.2017 - 20:10

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Jannik Kambskarð Dalfoss úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag má sigast at vera ein sannur úrmælingur innan kappróður. Einans 13 ára gamal er hann longu úttikin til at umboða Føroyar til stóra DM kapping í Gladsaxe í Danmark. Kappingin byrjar 28. januar.

Jannik er ikki langt frá besta danska rógvaranum í sínum aldursbólki, og sambært Janniki, so skal eisini hesin takast. Ungi rógvarin er øgiliga treiskur, og tað kemur honum til góðar í ítróttinum, sigur pápi hansara, André Dalfoss, sum sjálvur er nokkso treiskur, men Jannik hevur ikki arvað treisknið frá sær, sigur André skemtandi.

Umframt at rógva spælur Jannik eisini fótbólt og flogbólt, og har roynist hann eisini avbera væl.

Jannik Kambskarð Dalfoss er sonur André Dalfoss og Anniku Kambskarð Sørensen, og hann var ikki serliga gamal, tá hann vísti áhuga fyri ítrótti.

Vanligt er, at børn skulu vera fylt 12 ár, áðrenn tey sleppa at luttaka í barnaróðuri á summarstevnunum, men Jannik byrjaði stutt áðrenn sín 12. føðingardag. Hann hevur enn aldur til barnaróður, og verður væntandi partur av barnamanningini hjá FSR í summar.

Tá vit spurdu unga rógvaran um, hvat hann helt vera sína bestu dygd, svaraði hann avgjørdur, at tað var úthaldni og góður vilji, og tað kunnu vit sum kenna hann sannuliga vátta.

Hann setir sær áhaldandi høg mál, og til dømis kann nevnast, at hann til seinastu tríggjar skúlarenningarnar hevur valt at renna heili 24 kilometrar. Tað er meira enn hálvt maraton.

Spurdur um hann hevur sett sær nakað ítøkiligt mál fyri DM í Danmark, svarar hann:

- Eg havi hugt eftir, hvat mótstøðumenninir klára, og eg havi tí sett mær sum mál, at eg skal náa at rógva 1.200 metrar uppá 4 minuttir áðrenn fráferðina 26. januar, sigur ein sera avgjørdur Jannik Kambskarð Dalfoss.

Besta úrslitið hjá Janniki higartil er 1.120 metrar uppá 4 minuttir. Og fyri at náa málinum á 1.200 metrar uppá 4 minuttir venur hann miðvíst tríggjar ferðir dagliga á maskinuni, umframt at hann venur styrkivenjing í venjingarmiðstøðini, Orka Fitness á Tvøroyri.

Saknar fleiri kappingar
-Eg kundi væl hugsað sær at sloppið at kappast oftari enn hesar ferðirnar Grand Prix kappingar verða hildnar, sigur Jannik. Hann nevnir til samanberingar, at rógvarin við bestu donsku tíðini er til eitt ótal av kappingum hvørt ár, og at hann hevur róð síðan hann var 9 ára gamal.

18 rógvarar blivu úttiknir til DM í inniróðri í Gladsaxe, og til EM í inniróðri í París. Kappingin í Danmark byrjar 28. januar og EM í París verður 04. februar.

Tað var eftir lokna inniróðrakapping í róðrarneystinum á Argjum farna vikuskifti, at kunngjørt bleiv, hvørjir hesir 18 rógvararnir vóru.

Til DM í Gladsaxe fara:
Unnur á Tórgarði, sum luttekur í bólkinum gentur 13 ár
Lea T. Johansen, sum luttekur í bólkinum gentur 14 ár
Kristianna Skarpheðinsdóttir, sum luttekur í bólkinum gentur 14 ár
Jannik Dalfoss, sum luttekur í bólkinum dreingir 14 ár
Nikoba í Gong, sum luttekur í bólkinum gentur 15 ár
Brandur Kjølbro, sum luttekur í bólkinum dreingir 16 ár

Til EM fara:
Steinar W. á Tórgarði, sum luttekur í bólkinum menn U19 tungvekt
Hávar Patursson, sum luttekur í bólkinum menn U19 tungvekt
Sarita K. Hansen, sum luttekur í bólkinum kvinnur opinbólkur lættvekt
Kem Weihe, sum luttekur í bólkinum menn opin bólkur tungvekt
Inga Weihe, sum luttekur í bólkinum kvinnur opin bólkur tungvekt
Bergur Dam Jensen, sum luttekur í bólkinum menn 30-39 ár lættvekt
Elsa Magnussen, sum luttekur í bólkinum kvinnur 30-39 ár tungvekt
Róland Michelsen, sum luttekur í bólkinum menn 30-39 ár tungvekt
Jens Kristian Dam, sum luttekur í bólkinum menn 40-49 ár lættvekt
Toni Dam, sum luttekur í bólkinum menn 40-49 ár tungvekt