Mynd: Jens Kr. Vang

Róðurin á Sundalagsstevnu útsettur til mikukvøldið 28. juni

Sverri Egholm

18.06.2017 - 16:04

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Nú er greitt, at róðurin, sum upprunaliga skuldi rógvast á Sundalagsstevnu í gjár, og sum seinni varð útsettur til týsdagin, verður rógvin mikudagin 28. juni.

Byrjað verður við barnaróðri klokkan 18.

Tað skrivar Róðrarsamband Føroya í tíðindaskrivi. 

Sí alt tíðindaskrivi her:

"Í gjár varð kunngjørt, at avlýsti/útsetti róðurin skal rógvast týsdagin 20. juni kl. 18.00 út frá m.ø. veðurforsøgnini og í samráð við fyrireikarin. At tað er nógv annað virksemi, sum ein slík avlýsing/útseting rakar, er RSF væl vitandi um, tí summarið í Føroyum er tætt pakkað við øllum hugsandi aktivitetum. Kappróðurin er landsdekkandi, so ein slík avgerð vil altíð ávirka onkran part av landinum meir enn ein annan. Og soleiðis kemur tað altíð at verða.

RSF, fyriskiparin – Hósvíkar Róðrarfelag og høvuðsdómararnir og hava í dag skift orð um, hvat eitt møguligt alternativ til týsdagin er, so atlit verða tikin til so nógvar rógvarar sum møguligt. Niðurstøðan er at flyta róðurin, so róðurin verður mikudagin 28. juni.

Starttíðirnar fyri teir ávísu róðrarnar koma seinni í vikuni, men byrjað verður við barnaróðrinum kl. 18.00

Tilmeldingarnar eru tær somu sum til upprunaliga róðurin, men um onkur manning ikki fer at luttaka tann ásetta dagin, verða biðin um at siga frá hesum á vanligan hátt.

Vit harmast um tað órógv hetta hevur ført við sær og vóna, at hetta kann skapa frið aftur um róðurin."