Rógva róðurin í Hósvík 28. juni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

19.06.2017 - 08:33

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

FM-róðurin, sum skuldi verið rógvin um vikuskiftið á Sundalagsstevnuni í Hósvík, er nú útsettur enn einaferð.

Fyrst varð ætlanin at gjøgnumføra kappróðurin í annaðkvøld, men nú er róðurin útsettur til mikudagin 28. juni.

- At tað er nógv annað virksemi, sum ein slík avlýsing/útseting rakar, er RSF væl vitandi um, tí summarið í Føroyum er tætt pakkað við øllum hugsandi aktivitetum. Kappróðurin er landsdekkandi, so ein slík avgerð vil altíð ávirka onkran part av landinum meir enn ein annan. Og soleiðis kemur tað altíð at verða.

- Róðrarsamband Føroya, fyriskiparin – Hósvíkar Róðrarfelag og høvuðsdómararnir og hava í dag skift orð um, hvat eitt møguligt alternativ til týsdagin er, so atlit verða tikin til so nógvar rógvarar sum møguligt. Niðurstøðan er at flyta róðurin, so róðurin verður mikudagin 28. juni. Starttíðirnar fyri teir ávísu róðrarnar koma seinni í vikuni, men byrjað verður við barnaróðrinum kl. 18.00, ljóðaðu boðini á heimasíðuni hjá róðrarsambandinum í gjárkvøldið.