Valjic Ognjen, bosniski dómarin ímillum Andorra og Føroyar. Mynd: Bljesak

Rugby í Pyreneunum - hesin maðurin leiddi dystin

Jens Hákun Leo

27.03.2017 - 06:50

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

35 ára gamli bosniski dómarin Valjic Ognjen kom rættiliga í andglettin í Pyreneunum leygarkvøldið, tá ið hann í dystinum ímillum Andorra og Føroyar á fyrsta sinni dømdi ein altjóða undankappingardyst hjá monnum.

Í einum til tíðir rættiliga hart spældum dysti, har ið Andorra leikararnir gjørdu 19 fríspørk, meðan føroyingarnir gjørdu 14, gav Ognjen í teimum fyrstu 90 minuttunum av dystinum einans tvey gul kort til Andorra, meðan hann gav trý til Føroyar – tvey teirra til áleypara okkara Jóan Símun Edmundsson, sum í báðum førunum fekk gult fyri at filma, harav tað fyrra gula kortið í 7.minutti, sambært sjónvarpsupptøkunum, ikki var ein røtt avgerð.

Liðskiparin hjá Andorra, 38 ára gamli Ildefons Lima, gav Jóan Símuni ein alboga í andlitið, og er tað trupult at grundgeva ímóti, at Føroyar tá skuldu havt fingið brotsspark og Lima reytt kort.

Høvdu Føroyar tá lagt seg á odda 1-0, høvdu vit helst fingið ein heilt annan dyst, enn tann vit fingu. Í staðin fingu vit ein dyst, har ið leikarar sum Jóan Símun og Gilli Sørensen týðiliga lótu seg ávirka av harða spælinum hjá Andorra. 

Í yvirtíðini av dystinum gav Ognjen trimum Andorra leikarum aftrat gult kort – sambært onkrum í føroysku leguni fyri at pynta uppá hagtølini.

Og sambært álítandi keldum skal Ognjen ikki hava sitið so væl um sátt við Jóan Símun eftir hendingina í 7. minutti. Jóan Símun bløddi illa og lá eina góða løtu á vøllinum, áðrenn hann noyddist út um at skifta klæði. Jóan Símun var ikki blíður um hendingina og gav sína meining til kennar við dómaran, sum eftir hetta fekk eitt ringt eyga til føroyingin. Og tá ið føroyski áleyparin í nøkrum førum varð feldur av Andorra leikarunum, skal bosniski dómarin, sum skilst, hava sagt við hann: You again (tú aftur, red)?

Eftir dystin tóku føroyingarnir ikki í hondina á Andorra leikarunum og takkaðu teimun harvið ikki fyri dystin, meðan fólk í Andorra leguni niðri á vøllinum skulu hava verið ovurhondsblíð við Ognjen eftir dystin, sum varð leiktur á einum vølli, sum minni enn so var egnaður sum ein leikvøllur til eitt altjóða høvi sum hetta – við einum hálvvánaligum graslíki, einum betongmúri alt ov nær við vøllin og nógvum kavaveðri ígjøgnum allan dystardagin og grimdarregni dagin fyri (hóast tað skal sigast, at tað ikki kavaði undir sjálvum dystinum).

Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyingar fáa ein óroyndan dómara til ein týdningarmiklan undankappingardyst. Í 2013 dømdi Johnny Casanova úr San Marino dystin ímillum Kasakstan og Føroyar, og hevði hann tá nakrar sera umstríddar avgerðir, sum góvu Kasakstan ein fyrimun í dystinum, sum at enda endaði við 2-1 til Kasakstan.

Grein uppdaterað: 14.51 - 27.03.2017