Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Røkist ikki fyri semju í bræði

Sverri Egholm

02.01.2018 - 21:44

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Tað er eingin semja at hóma millum Pedagogfelagið einumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hinumegin.

Semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, sigur við útvarpið í kvøld, at í løtuni liggur einki í kortunum at fara undir nýggja semingsroynd.

Fyrstu pedagogarnir fóru í verkfall 12 desember og 14 desember lýstu kommununalu arbeiðsgevararnir arbeiðsbann, og síðan tá hava allir kommunalir dagsstovnar verið stongdir. 15. desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti stovnar hjá Almannaverkinum.

Í morgin fara námsfrøðingar, sum arbeiða í fólkaskúlanum í verkfall. Hetta er sum skilst síðsta stigið hjá pedagogfelagnum.