Avvarðandi savnast uttan fyri herflotastøðina í Mar del Plata (Mynd: EPA)

Rokna ikki longur við at finna nakran á lívi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

23.11.2017 - 08:51

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Eitt óvanligt ljóð varð fangað sunnarlaga í Atlantshavi mikudagin í farnu viku, tríggjar tímar eftir, at ein argentinskur kavbátur hvarv.

Ljóðið varð fangað á eini leið, har kavbáturin hvarv, av einum amerikanskum stovni, sum ikki fyrr enn nú hevur boðað argentinsku myndugleikunum frá um ljóðið, skrivar Ritzau.

Ein talsmaður fyri argentinska herflotan vil ikki upplýsa hvat slag av ljóði talan er um, til dømis um tað kundi verið ein spreinging ella onnur neyðstøða umborð á horvna kavbátinum ARA San Juan.

Kavbáturin við 44 fólkum umborð hevur verið horvin síðan mikuagin 15. november. Nú eru ikki longur vónir um at finna nakran umborð á lívi. Sambært myndugleikunum var bert súrevni til at manningin kundi yvirliva í sjey dagar. Tann freistin fór fyrrapartin í gjár.

Leitingararbeiðið eftir kavbátinum heldur fram, men talsmaðurin hjá sjóverjuni, Enrique Balbi, ásannar, at tey ongi spor hava at ganga eftir. ARA San Juan boðaði frá, at hann hevði tekniskar trupulleikar, og fekk boð um at seta kós móti eini herflotastøð áðrenn hann hvarv. Eingi neyðarkall komu frá bátinum.