Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Rókur og Lerkur hava landað 150.000 pund í Runavík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

13.01.2018 - 13:15

> Tíðindi > Føroyar

Partrolararnir Rókur og Lerkur landaðu í gjár til Faroe Origin.

Partrolararnir, sum hava fiskað víða um undir Føroyum, høvdu umleið 150.000 pund, nú teir komu inn at landa.

Veiðan, har meginparturin var kongafiskur, varð landað til virkið Faroe Origin, sum eisini eigur partrolararnar.

Tá ið parið hevði landað, fóru trolararnir aftur til fiskiskap undir Føroyum.

Heykur og Falkur, sum virkið eisini eigur, koma á runavík seinni í dag. 

Trý pør eru knýtt at Faroe Origin, og ein djúphavstrolari.