Nýggi trolarin hjá Polar Seafood

Rolls Royce teknað tveir nýggjar grønlendskar trolarar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

08.10.2016 - 13:55

> Tíðindi > Grønland

Stóra fyritøkan, Rolls Royce, hevur teknað tekningarnar til tveir nýggjar trolarar, ið Qajaq Trawl og Polar Seafood skulu lata byggja.

Bæði skipini eru rækjuskip, og fáa ein stóran útgerðspakka frá Rolls Royce. Serliga hevur man lagt dent á at skipini skulu vera effektiv, sera umhvørvis vinarlig, tryg og at manningin hevur góðar arbeiðsumstøður umborð.

Skipini, sum vera systirskip, fáa ein Bergen B33:45 motor, og skrúvan verður ein Promas.

Rolls Royce, hevur drúgvar royndir innan skipstekningar. Felagið hevur síðan 1970’ini, teknað umleið 150 skip til fiskivinnuna, sum hava NVC sniðgevingina. Í ordrabókini eru nú 7 fiskiskip og 2 brunnbátar.

Nýggju skipini skulu latast grønlendsku eigarunum í 2018 og 2019. Skipini, sum verða umleið 80 metrar lang, skulu væntandi byggjast á eini skipasmiðju í Spania.