Ronald Koeman skal næstu árini royna at venda Everton skútuni (Mynd: Teamtalk)

Ronald Koeman er nýggi venjarin hjá Everton

Niels Petersen

14.06.2016 - 20:28

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Everton kunngjørdi í dag, at felagið hevur sett hollendska Ronald Koeman sum høvuðsvenjara. Sáttmálin er fram til 2019, og Koeman hevur fingið lovað at hann sleppur at brúka stívliga £ 100 milliónir til leikarainnkeyp. Koeman tekur, sum skilst hjálparvenjaran, Erwin Koeman (beiggi Ronald) og fysiska venjaran, Jan Kluitenberg við sær úr Southampton.

Fyrrverandi Barcelona verjuspælarin hevur víst tvey ár á rað, at hann kann fáa nógv burturúr einum lítlum hópi, og at hann førdi Southampton til eitt sætta pláss í Premier League í ár, sum gevur rættin til Europa League luttøku komandi ár, má sigast at vera imponerandi. Nú skal hann so royna at fáa Everton upp úr ongamannalandi, og helst kvalifisera seg til Europeiskan fótbólt.

Fleiri venjarar er settir í samband við at taka við starvinum sum høvuðsvenjari í Southampton, nú hetta starv er leyst, og tann sum oftast verður nevndur, er Frank de Boer, sum hevur vunnið nógv, bæði sum spælari og venjari. Hann hevur eisini royndir at venja lið sum spæla úti í Europa.

Hinir venjararnir eru fyrrverandi Manchester City venjarin, Manuel Pellegrini, fyrrverandi Everton venjarin, David Moyes, Ryan Giggs, hvørs venjararoyndir ikki eru drúgvar, men sum leikari vann hann ómetaliga nógv. Eddie Howe, fyrrverandi Bournemouth venjarin er eisini nevndur sum ein møguligur venjari í Southampton.