Ronald Koeman (Mynd: EPA)

Ronald Koeman verður venjari hjá hollendska landsliðinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

07.02.2018 - 21:07

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Hollendska fótbóltssambandið hevur sett Ronald Koeman sum venjara fram til 2022.

Holland hevur verið uttan venjara síðani landið í heyst ikki megnaði at vinna sær luttøku til HM í Russlandi komandi summar.

Nú hevur hollendska fótbóltssambandið sett fyrrverandi Southampton og Everton venjaran í starvið.

Ronald Koeman hevur fyrr verið hjálparvenjari hjá Hollandi. Hetta var í 1997 og 1998. Síðani tá hevur Koeman m.a. verið venjari í Barcelona, Ajax, Benfica, PSV, Valencia, Southampton og Everton.