Ronaldinho vil hjálpa Chapecoense

Ingi Samuelsen

03.12.2016 - 18:47

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Brasilska fótbóltslegendan, Ronaldinho, er til reiðar at hjálpa felagnum Chapecoense eftir ræðuligu flogvanlukkuna fyrr í vikuni.

Hjálpin streymar áhaldandi til brasilska felagið, og nú er tað ein av mætastu fótbóltsspælarunum í stóra landinum, sum bjóðar seg fram. Ronaldinho er til reiðar at hjálpa felagnum. Tað váttar umboðsmaður hansara, Roberto Assis, fyri blaðnum O Globo.

- Øll eru framvegis ávirkað av hendingini. Hetta er ein trupul tíð, men so vítt gjørligt, vil eg hjálpa. Enn veit eg ikki, um tað kann vera í onkrum einstøkum dysti, ella yvir eitt tíðarskeið. Men um áhugi er til tess, so vil eg. Eg kann bara siga, at eg eri til reiðar, sigur Ronaldinho umvegis umboðsmannin.

Chapecoense var ávegis at spæla finalu í Copa Sul-Americana, tá flogfarið datt niður orsaka av vantandi brennievni. Bert tríggir av teimum 22 fótbóltsspælarunum umborð yvirlivdu. Tilsamans doyðu 71 fólk.

Síðan týsdagin hava fleiri brasilsk feløg bjóðað Chapecoense at læna leikarar, so felagið kann halda fram. Talan hevur eisini verið um, at felagið skal sleppa undan niðurflyting komandi kappingarárini fyri at geva felagnum møguleika fyri at byggja eitt nýtt lið. Og her kann aldrandi fótbóltsstjørnan koma upp á tal.

Varaforsetin hjá Chapecoense, Ivan Tozzo, hevur váttað, at felagið ætlar at hava felag við í bestu brasilsku fótbóltskappingini komandi kappingarár.

- Málið er at halda fram. Kappingin hevur stóran týdning, sigur Tozzo.

36 ára gamli Ronaldinho hevur síðan stórleikatíðina í PSG, Barcelona og AC Milan spælt í fleiri brasilskum feløgum. Hann spælir eisini nógvar vælgerandi dystir.