Mynd: EPA

Ronaldo enn einaferð heimsins besti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

07.12.2017 - 19:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Cristano Ronaldo varð fyri løtu síðani kosin til besta leikara í heiminum í 2017 av France Football. Hetta er fimmtu ferð, at portugisiska stjørnuleikarin er valdur til besta fótbóltsleikara av France Football. Hann vann eisini heiðurin "Fifa Player of the Year" í oktober. 

Við heiðrinum í kvøld hevur Ronaldo nú vunnið Ballon D`Or eins ofta og Lionel Messi. Tað var frammanfyri júst argentinsku superstjørnuna og Neymar, at 32-ára gamli Ronaldo vann heiðurin. 

Hóast Ronaldo og hansara liðfelagar ikki hava havt eina góða byrjan uppá La Liga hetta kappingarárið, so hevur Ronaldo havt eitt fantastistk 2017. Hann hevur skorað 19 mál í Champions League; millum annað tvey mál í 4-1 sigrinum í finaluni ímóti Juventus í mai. Ronaldo skoraði eisini í hvørjum dysti í bólkaspælinum, og var við at tryggja Real spanska meistaraheitið. 

Hetta er annað árið á rað, at Ronaldo hevur vunnið. Hann vann fyrstu ferð í 2008, tá hann leikti við Manchester United. Síðani hevur hann vunnið í 2013, 2014 og so hesi bæði seinastu árini.