Mynd: Sverri Egholm

Ronaldo og hinir komnir til Føroya

Sverri Egholm

08.10.2016 - 18:47

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyri lítlari løtu síðani lendi portugisiska landsliðið og evropameistararnir í Vágum, og stóra stjørnan Christiano Ronaldo var eisini við.

Ein rúgva av fólki og ikki minst børnum vóru og tóku ímóti stóru stjørnunum á flogvøllinum í Vágum. Tað var tó blivið rættiliga myrkt tá flogfarið setti seg, og tí var sera torført at síggja út gjøgnum teir annars so stóru rútarnar í Vága Floghavn.

Teir gjørdi eitt lítið “tvist”, tá bussurin við portugisunum skuldi av økinum hjá flogvøllinum. Fyrst varð koyrt yvir til vanligu innkoyringina og fólk tysjaðu frá komuhøllini yvir til har. Eftir at hava staðið við portri í nakrar minuttir vendi bussurin og koyrdi yvir í hin partin av flogvøllinum og brúkti gomlu útkoyringina.

Portugisiska landsliðið kemur til Føroya eftir eitt sera gott úrslit í Andorra í gjár, har teir vunnu heili 6-0. Ronaldo tók sær av fýra av málunum.

Mánakvøldið klokkan 19:45 bresta evropameistararnir saman móti hetjunum á føroyska landsliðnum, sum í gjár vunnu 2-0 á Lettlandi. Lagt er upp til ein spennandi dyst hóast Portugal er ovur stórur favorittur.