(Mynd: EPA)

Ronaldo skeyt Real Madrid í hálvfinaluna

Ingi Samuelsen

18.04.2017 - 22:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Við einum manni í minniluta, eydnaðist tað ikki Bayern München at knógva Ronaldo og hansara monnum í Madrid.

Champions League meistararnir Real Madrid spældu seg í kvøld í semifinaluna við at vinna á Bayern München. Men tað skuldi longd leiktíð til áðrenn Ronaldo við tveimum málum í yvirtíðini tryggjaði spanskan sigur.

Úrslitið av vanligu leiktíðini var 2-1 til týskararnar. Júst sama úrslit, sum spaniólarnir vunnu í München í síðstu viku, og so mátti longd leiktíð til fyri at avgera dystin.

Robert Lewandowski legði Bayern München á odda upp á brotsspark framt móti Arjen Robben.

Tá eitt korter var eftir av dystinum javnaði (hvør annar enn) Cristiano Ronaldo við einum vøkrum stútara.

Men í sama minutti komu týskararnir fram um aftur. Tað var spanski verjuleikarin Sergio Ramos, sum kom til at skumpa bóltin í egið mál í eini ikki serliga vandamiklari støðu.

Fimm minuttir fyri leiklok varð kilenski miðvallarin hjá Bayern, Arturo Vidal, vístur av vølli fyri eina glíðandi takling. Myndirnar vístu tó, at hann rakti bóltin reint, og ikki hevði uppiborið gula kortið, sum útloysti tað reyða, tí hann hevði eina ávaring frammanundan.

Við tíggju monnum móti ellivu megnaðu týskararnir at halda tørn til síðsta minutt av fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini. Tá skoraði Ronaldo enn einaferð til 2-2. Uppleggið átti Ramos, ið var so óheppin at seta bóltin í egið mál í vanligu leiktíðini.

Fimm minuttir inn í annan hálvleik, tryggjaði Cristiano Ronaldo sær sítt hat trick, tá hann lættliga kundi skora upp á eina foreraða avlevering frá Marcelo. Hetta var fimta málið hjá Ronaldo í dystunum móti Bayern – hann skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum í farnu viku. Við hat trick’inum hevur Ronaldo nú skorað 100 mál í Champions League.

Tveir minuttir seinni gjørdi Marco Asensio tað til 4-2, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.