Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy. Mynd: Suðurrás.

- Rópa suðringar á nýggja felagsliðið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

10.03.2017 - 18:20

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Um vikuskiftið fer felagsliðið TB/FC Suðuroy/Royn í eldin fyri fyrstu ferð í landskappingarhøpi.

Í morgin skal næstbesta liðið hjá felagnum hitta næstbesta hjá ÍF vesturi á Eiðinum í Vági, og í ovurmorgin skal besta liðið hjá felagnum hitta besta liðið hjá ÍF við Stórá í Trongisvági.

Við KVF í dag segði Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy, í hesum sambandi, at tað nú er avgjørt, at liðið skal rópast Suðringar hetta kappingarárið.

Tað er ikki lætt sum áðsskoðari at rópa TB/FC Suðuroy/Royn, og vildu fólk hava eitt annað navn, sum var lættari at rópa, segði Julius hesum viðvíkjandi.