Rosanne spjaddi stjørnudust yvir ólavsøkuna

Ingi Samuelsen

30.07.2017 - 14:18

Mentan > Mentan > Konsertir

Einki serligt hóvasták varð gjørt burturúr konsertini, tá navnframa Rosanne Cash og maður hennara John Leventhal trinu á Tórspallin á Vaglinum ólavsøkukvøld.

Ongin rópandi presentasjón – tey byrjaðu bara at spæla, enntá áðrenn klokkan hevði sligið hálvgun tíggju, ið var skrásetta byrjanin av konsertini, ið skuldi vísa seg at verða hæddarpunktið fyri okkum fjepparar, sum høvdu sett feitan ring í ólavsøkuskránna til júst hetta forkunnuga ókeypis ólavsøkutilboðið.

Eitt sindur undarligt at uppliva eina heimsstjørnu á palli framman fyri eini kjarnu av kennarum, og so annars hissini ólavsøkugestum, sum tilvildarliga komu framvið uttan yvirhøvur at ána, hvør tað var, sum sang á pallinum.

Tað órógvaði tó ikki høvuðsnavnið, sum dugnaliga, men á lítillátnan, nærmast undirspælandi hátt sang sínar sangir, fortaldi um sín uppruna, um ættina frá fátæka ”sunken lands” í Arkansas og um pápa sín, legenduna av øllum, Johnny Cash, ið gav henni ein lista, tá hon var 18 ára gomul, yvir teir bestu contrysangirnar, ið ein og hvør amerikanskur sangari við virðing fyri sær sjálvum eigur at duga.

Og viðgangast skal, at tað svingaði best, tá hon sang burtur úr hesum eftirhondini tiltikna listanum. Vit hoyrdu ”The Long Black Veil”, ”Sea of Heartbreak”, ”Heartaches by the Number” og ”Bury Me Under the Weeping Willow” hjá Carter Family.

Hæddarpunktið var tó ófrættakenda, men dragandi søgan um mannin, ið tók lívið av sær við at leypa av Tallahatchie brúnni í Mississippi, ”Ode to Billie Joe” hjá Bobbie Gentry.

Sostatt vóru tað sangirnir, ið Cash og Leventhal ikki høvdu skrivað sjálvi, ið vórðu best móttiknir. Harvið verði ikki sagt, at teirra egnu sangir, serliga frá seinastu fløguni ”The River & the Thread”, ikki vóru dragandi og góðir. Tað eru teir, men Rosanne Cash er ikki ein av hesum sangarum, ið tráast eftir at fáa fólk at syngja við. At lurta hevur størri týdning, tykist. Og vit – fjeppararnir, íroknað forsætisráðharrin – lurtaðu, murraðu við, klappaðu og takkaðu í eymýkd.

Ein øðrvísi ólavsøkuuppliving, má sigast. At fáa slíkt navn á Tórspallin er eitt bragd, og at geva okkum hetta púra ókeypis er, ja, nærmast ein náðigáva. Takk til tey, sum fingu hetta í lag. Og orsakið – hetjurnar úr Algeria – at vit vóru nøkur, ið valdu hetta tilboðið heldur enn at fagna tykkara afturkomu.