Roskildesjúka ger um seg í Olympisku Leikunum í Pyeongchang

Ari av Rana

06.02.2018 - 15:43

Ítróttur >

Upp móti 300 fólk eru smittaði við norovirus – eisini kallað Roskildesjúka – í suðurkoreanska OL-býnum Pyeongchang.

Fyri at avbyrgja um smittuna, eru 1200 trygdarvørðar sendir burtur frá økinum. Av teimum 1200 eru 41 smittaðir. Tey smittaðu hava trupulleikar við spýggjusjúku og leysum lívi, skrivar CNN.

Ístaðin fyri teir 1200 trygdarvørðarnar eru 900 hernaðarfólk sett at halda vakt við leikirnar.

Teir 41 trygdarvørðirnir, sum eru smittaðir, búðu allir í sama bygningi í samband við leikirnar.

Norovirus er ein tann mest smittandi sjúkan, sum er.