Mynd: Row for Water

Row for Water: Ætla sær víðari um fáar dagar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

15.05.2018 - 15:39

Tíðindi >

Leygarkvøldið føroyska tíð komu teir fýra Jákup Jacobsen, Niclas Olsen, Jógvan Clementsen og nýsælandski Issac Giesen til Kuba eftir at hava róð um Atlantshavið.

Omanfyri er fyrsta myndin av teimum, tá teir vóru komnir í land.

Teir fóru úr Portugal tann 10. februar, og komu til Las Palmas í Gran Canaria 23. mars, har teir máttu steðga á vegna veður. Av tí sama fóru tveir mans av bátinum, og tí hava teir bara verið fýra á túrinum um stóra Atlantshavið og til Kuba.

Innan tíggju dagar ætla teir sær víðari, og kósin verður sett móti Key West í Florida, har túrurin endar. Tað fer at taka einar tveir dagar at rógva til Amerika.

Endamálið við túrinum er at varpa ljós á vatntrot í Afrika.