Upprunaliga manningin umborð á Saga (Mynd: rowforwater.org)

Row for water: Tveir farnir av bátinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

04.03.2018 - 09:36

Mentan >

Tveir av monnunum umborð á føroyska bátinum, sum skal rógva meir enn 8000 kilometrar tvørtur um Atlantshavið, eru farnir í land, verður boðað frá á heimasíðuni.

Umborð vóru annars fýra føroyingar og tveir útlendingar, men nú eru Edmund Berg og Alex Dumbrava farnir av orsakað av seinkingum í skránni.

Tað eru Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen og Isaac Giesen, sum fara at rógva meir enn 8000 kilometrar frá Portugal til Cuba og enda í Miami, USA, fyri at økja um tilvitanina um mangulin uppá vatn í Afrika.

Sambært UNICEF er mangulin uppá reinføri og trygga atgongd til reint vatn ein av høvuðsorsøkunum til høga talið av sjúku í Somalia. Hetta ætla teir á Row for Water tó at broyta við at veita reint vatn til túsindatals fólk í Somalia.

Møguleiki er at fylgja teimum her.