(Mynd: Marit Poulsdóttir)

Roykurin minkaður á Tvøroyri

Ingi Samuelsen

09.06.2017 - 13:00

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Tað hjálpti væl við eldsløkkingararbeiðinum, tá Brimil kom á Tvøroyri og byrjaði at spræna sjógv á ógvusliga eldin á Varðanum Pelagic.

Nú logar ikki longur, og roykurin er ikki eins nógvur, og hann vær fyrr í dag, sæst á myndunum, sum Kringvarpið hevur sent beinleiðis.

Men tað brennir framvegis, og fráboðanin til fólk um at halda seg burtur, stendur við, segði Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur fyri løtu síðani.

Hann segði eisini, at tað fyribils verður mælt frá at drekka kommunala vatnið kring Trongisvágsfjørð, tí at tey ikki vita, um nakað eitrandi er komið í vatngoymslurnar.