Savnsmynd (Mynd: Portal.fo)

Royna at snýta føroyingar: Geva seg út fyri at vera Netflix og Apple



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

12.10.2017 - 15:03

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Teldusníkar gevast ongantíð, og í løtuni royna teir seg við teldupostum, har teir geva seg út fyri at vera eitt nú Netflix ella Apple.

Tað ávarar Betri um á heimasíðuni.

- Umráðandi er ikki at svara teldupostum og ikki at fylgja leinkjum í teldupostum. Verður tú t.d. í einum telduposti biðin um at dagføra kortupplýsingar, sum liggja inni hjá Netflix, skalt tú ikki fylgja leinkjuni í teldupostinum. Far heldur inn á heimasíðuna ella Netflix appina, logga á og kanna um upplýsingarnar eru rættar, ljóða ráðini.

- Somuleiðis um tú fært ein teldupost frá Apple, sum sigur, at eitt keyp er framt við tínum korti, men tú kanst strika tað við at fylgja eini leinkju. Lat tá vera við at trýsta á leinkjuna, far heldur inn og kekka, um eitt slíkt keyp er framt.

Meginreglan er ongantíð at fylgja leinkjum í teldupostum.