Mynd: Troll Finger Expedition

Royna fyri fjórðu ferð

Steinar Patursson

27.07.2016 - 11:02

Ítróttur > Ítróttur > Annað

Teir tríggir nýsælendararnir, Jack Grindsted, Dave Mckinney og Jason Blair, ið saman við føroyska Absalon Eysturoy manna nýggja klintriliðið Trollfinger Expedition, gera í dag aftur eina roynd at sleppa upp á Trøllkonufingur.

Teir fýra royndu fyri fyrstu ferð fyri einari viku síðani, men máttu gevast eftir nøkrum tímum, tí at veðrið var ikki vildar.

Síðani hava teir verið til reiðar at royna umaftur tvær ferðir, men báðu ferðirnar hevur veðrið steðgað teimum.

Men fyri trimum tímum síðani fóru teir undir eina fjórðu roynd, skriva teir á Facebook síðuni.

- Vit vænta at vera á berginum til leygardagin, tí í morgin og fríggjadagin er ólavsøka - tjóðardagur Føroya. Hetta merkir, at eingin verður førur fyri at koma eftir okkum, taka teir heldur skemtiliga til.