Mynd: Sverri Egholm

Roynd at finna semju verður gjørd í morgin

Sverri Egholm

11.01.2018 - 17:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur sent Pedagogfelagnum, Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum fundarboð til í morgin klokkan 13. Tá verður ein semingsroynd gjørd á Hotel Føroyum.

- Nú hevur hendan sáttmálatrætan vart so leingi, og tað má fáa ein enda einaferð. So vit taka intiativi nú og vita um tað ikki ber til at koma á mál og finna eina loysn á trætuni, segði Terje Sigurðsson við útvarpið fyri løtu síðani.

- Endamálið er at fáa partarnar at flyta seg og koma úr skotgrøvunum, segði hann.

Sí eisini: Myndir: Pedagogar mótmæltu á Vaglinum