Hetta skal vera nýggja rakettin sum kann skjótast upp frá kavbáti. Ikki er greitt um hetta er tann sum Norður-Korea royndi at skjóta upp í nátt.

Roynd við rakett miseydnaðist

Jógvan Hugo Gardar

16.04.2017 - 08:59

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Samstundis sum heimurin situr á nálum og óttast at kríggj skal bresta á millum Norður-Korea og USA, so miseydnaðist ein royndaruppskjóting av eini norðurkoreanskari rakett. Hetta veit BBC at siga í morgun.

Tað var eitt umboð fyri suðurkoreanska verjumálaráðið sum fyrst boðaði frá at Norður-Korea skal hava roynt at senda eina rakett upp, men at hendan brast beint eftir uppskjóting.

Eisini eitt umboð fyri amerikansku verjuna váttar at tey hava skrásett at ein miseydnað roynd hevur verið í Norður-Korea.Dave Benham, ið situr í leiðsluni fyri amerikansku verjueindini fyri Kyrrahavið, sigur sambært tíðindastovuni AFP, at rakettin brast so at siga beinanvegin hon varð skotin upp.

Royndaruppskjótingini hjá Norður-Korea kemur bara eitt samdøgur eftir at landið fagnaði 105 ára degnum fyri føðing hjá honum sum setti á stovn sitandi umsiting í landinum.