Mynd: Smyril Line

Royndu at sleppa umborð á Norrønu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

17.02.2018 - 14:25

Tíðindi > Tíðindi > Danmark

Fýra fólk úr Marokko, sum søkja friðskjól, royndu leygarnáttina at koma inn á havnarøkið, har Norrøna liggur í Hirtshals. Hetta skrivar nordjyske.dk. Starvsfólk hjá Smyril Line løgdu tað til merkis og boðaðu løgregluni frá. Løgreglan kom á staðið og handtók fólkini.

- Fráboðanin kom um hálvgum trý tíðina leygarnáttina. Tey fýra fólkini vórðu handtikin uttan nakað hóvasták. Tey høvdu klintrað upp um hegnið inn á økið, fyri at koma víðari til Íslands og síðani til Kanada ella USA, sigur vakthavandi frá Nordjyllands Politi.

- Vit síggja ofta fólk, ið søkja friðskjól, royna at sleppa umborð á ferjur víðari úr Danmark við at krógva seg á lastbilum ella í bingjum, og vit ganga út fá, at tað eisini var ætlanin her, sigur hann.

Tey fýra fólkini vórðu í morgun avhoyrd og síðani leyslatin. Tey fáa ein dóm fyri ólógliga innrás.