Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Royndu at smugla 4,3 kilo av hassji til landið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

13.06.2018 - 09:31

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Lógarbrot

Trý ferðafólk vórðu tikin fyri at royna at smugla hassj til landið sunnukvøldið, tá Norrøna kom á Havnina.

Talan var um tríggjar útlendingar. Tollvaldið fangaði tann eina útlendingin, sum hevði fjalt 300 gramm av hassji í viðførinum. 

Í hinum førinum var talan um tvey ferðafólk, sum høvdu fjalt heili 4 kilo av hassji í autokampara teirra, men tey vórðu eisini fangað. 

Ferðafólkini verða varðhaldsfongslað í 4 vikur, meðan greiða fæst á málini.



beint nú