Fótbóltur

Håkan: Ikki tann besta fyrireikingin – men Danmark bjóðaði av

Landsliðsvenjarin og landsliðsspælarar eru tó samdir í, at tað verður ein stuttlig og spennandi avbjóðing í Brøndby í annaðkvøld, har man kann fáa ymiskt burturúr.

- Tað er fjórðu ferð, at vit møta Danmark í tíðini, har eg havi staðið á odda. Tað eru vanliga stórar og spennandi uppgávur. Tað er helst eingin loyna, at hetta ikki er tann besta fyrireikingin til Nations League seinni í ár, í mun til styrki av mótstøðu, men Danmark ynskti at spæla ímóti okkum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Tað er fjórðu ferð, at vit møta Danmark í tíðini, har eg havi staðið á odda. Tað eru vanliga stórar og spennandi uppgávur. Tað er helst eingin loyna, at hetta ikki er tann besta fyrireikingin til Nations League seinni í ár, í mun til styrki av mótstøðu, men Danmark ynskti at spæla ímóti okkum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-25 12:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Keypmannahavn, Danmark (Portalurin): Føroyska A-landsliðið við monnum hevur fyri løtu síðani vant á leikvøllinum hjá Brøndby, har venjingardystur er á skránni í morgin. Áðrenn venjingina var stuttur tíðindafundur, og miðlarnir fingu høvi at tosa við landsliðsvenjara og spælarar.

Teir settu nøkur orð á tað at spæla móti júst Danmark, sum er væl sterkari enn tey liðini, ið Føroyar annars koma at møta í ár:

Håkan Ericson, høvuðssvenjari:

- Tað er fjórðu ferð, at vit møta Danmark í tíðini, har eg havi staðið á odda (síðani 2020, red.). Tað eru vanliga stórar og spennandi uppgávur. Tað er helst eingin loyna, at hetta ikki er tann besta fyrireikingin til Nations League seinni í ár, í mun til styrki av mótstøðu, men Danmark ynskti at spæla ímóti okkum. Tað hevur annars verið torført at fáa venjingardystir móti Danmark søguliga, og vit valdu at taka av. Helst koma vit at vera nógv í verjustøðu í morgin, og tað skulu vit gera væl. Ætlanin er tó at at hótta teir frameftir eisini.

Mattias Lamhauge – fer at byrja í málinum í morgin

- Tað er deiligt at vera her í Danmark. Fyri meg er tað eisini serligastuttligt at spæla móti Danmark, eftir at eg fyri stuttum skifti til danskan fótbólt. Fyrsta tíðin í Fredericia hevur verið góð. Hesin dysturin verður eisini góð fyrireiking hjá mær til steypahálvfinalurnar móti Silkeborg – nakað líknandi dystir.

[object Object]
Teitur Matras Gestsson vardi málið móti Liktinstein, men í morgin spælir Mattias Lamhauge, ið nú spælir í næstbestu donsku deildini... (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]...tað ger Adrian Justinussen eisini. Vongurin hevur fingið frálíka byrjan fyri Hillerød - fimm mál og eitt upplegg í fýra dystum - og hann spældi 90 minuttir og skoraði móti Liktinstein fríggjadagin. Hann ætlar sær eisini at skjóta í morgin (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF) 

Adrian Rúnason Justinussen, Hillrød Fodbold

- Vit vita at Danmark er ógvuliga vandamikið, tá pláss er. Teir hava skjótar og sterkar spælarar, og vit fara nokk at liggja nokso djúpt í morgin. Men annars skulu vit tora at spæla dystin, royna at skapa málmøguleikar og vera kyniskir. Eg royni so at vera til staðar, ikki smæðast burtur, gera alt fyri at koma til møguleikar og sjálvandi sparka allastaðni móti Danmark eisini.

Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK

- Skulu arbeiða við okkara konseptið í morgin. Spæla móti ógvuliga sterkum liði so verða avbjóðaðir í tí verjukenda heilt øðrvísi enn til dømis móti Liktinstein fríggjadagin. So tað snýr seg um at finna tær róttu positiónirnar í tí verjukenda partinum og so royna at bjóða teimum av álopskent. Vit spældu tveir fínar dystir móti teimum í 2021 – í Parkini og heima – har vit fingu nógv burturúr. Eg eri nokso spentur uppá, hvar vit eru í mun til Danmark beint nú.

[object Object]Brandur hevur ikki verið so væl fyri í langa tíð, staðfestir skálvíkingurin sjálvur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyar og Danmark spæla á Brøndby Stadium í morgin, týsdagin 26. mars, klokkan 19.15 føroyska tíð. Roknað verður við eini 20.000 áskoðarum til dystin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder