Annað

Kontrast FM: Innleiðandi badminton-dystirnir byrja 2. páskadag

Innleiðandi dystirnir í einmansleiki verða spældir í Badmintonhølli annan páskadag frá klokkan 13. Hugsanin er at fyrbyrgja, at innleiðadi dystir enda seint fríggjakvøldið. 32 pør og 37 einstaklingar hava meldað til KONTRAST FM 6. apríl.

Badmintonsamband Føroya boðar frá, at innleiðandi dystirnir í FM í einmansleiki verða spældir í Badmintonhøllini annan páskadag frá klokkan 13, í tvímansleiki mikudagin eru teir á skránni mikudagin 3. apríl frá klokkan 15 og í blandaðum tvímansleiki fríggjadagin 5. apríl

Badmintonsamband Føroya boðar frá, at innleiðandi dystirnir í FM í einmansleiki verða spældir í Badmintonhøllini annan páskadag frá klokkan 13, í tvímansleiki mikudagin eru teir á skránni mikudagin 3. apríl frá klokkan 15 og í blandaðum tvímansleiki fríggjadagin 5. apríl

2024-03-28 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftur í ár verður stórur ítróttardagur á Hálsi undir heitinum KONTRAST FM. Talan er um FM hjá badminton, borðtennis og judo.

Hesaferð verður finaludagurin leygardag eftir páskir, sum í ár 6. apríl. Badmintonsambandið skrivar, at tá verða allar finalurnar í badminton spældar: Í tvímansleiki, einmansleiki hjá bæði monnum og kvinnum umframt blandaðum tvímansleiki. 

Leisturin verður tó nakað øðrvísi, í mun til innleiðandi dystirnar:

- Eftir at hava spurt okkum fyri hjá leikarunum farna vetur hevur BSF avgjørt at royna ein leist við at hava innleiðandi umførini yvir fleiri dagar.

Badmintonsamband Føroya boðar frá, at innleiðandi dystirnir í einmansleiki verða spældir í Badmintonhøllini annan páskadag frá klokkan 13, í tvímansleiki mikudagin eru teir á skránni mikudagin 3. apríl frá klokkan 15 og í blandaðum tvímansleiki fríggjadagin 5. apríl.

- Hugsanin við at royna hendan leistin er at fyribyrgja støðuna frá árunum frammanundan, har síðstu innleiðandi dystirnir ikki blíva leiktir fyrr enn á midnátt fríggjakvøld, sum kann ganga útyvir dygdina í spælinum í finalunum leygardag.

Samanlagt hava 32 pør og 37 einstaklingar melda til KONTRAST FM í badminton: 12 pør av harrum, 6 pør av kvinnum, 14 pør í blandaðum tvímansleiki, 24 mans í einmansleiki og 13 kvinnur í einmansleiki

- Í BSF gleða vit okkum at síggja bestu føroysku badmintonleikararnar kappast um at gerast føroyameistarar í komandi viku. Og vóna sjálvandi at síggja nógv viðhaldsfólk í Badmintonhøllini, har HBF er vertur fyri innleiðandi umførunum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder