Fótbóltur

Ævintýrið hjá Jóhonnu og teimum av á hesum sinni

18 ára gamla stórtalentið úr Hoyvík spældi aftur fullan dyst móti PSG í gjárkvøldið. Fronsku kvinnurnar vunnu samanlagt 5-1 í fjórðingsfinalunum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-03-29 14:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jóhanna Fossdalsá Sørensen og hennara lið, svenska Häcken spældu í gjárkvøldið seinnu fjórðingsfinaluna í Champions League móti franska PSG. Úrslitið gjørdist 3-0 til PSG sum vann seg víðari við samlaðum 5-1 sigri.

Í fyrra dystinum, sum varð leiktur á heimavøllinum hjá Häcken í Göteborg, gjørdist úrslitið 2-1, og tí var alt opið til seinna dystin, sum í gjárkvøldið varð leiktur á Parc des Princes í Paris.

18 ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen spældi aftur í gjár fullan dyst.

Stórtalentið úr Hoyvík kann skriva sær hesar stóru dystirnar á sítt lívsrensl, men Champions League-ævintýrið hjá Häcken er altso av á hesum sinni.

Jóhanna Fossdalsá fekk herfyri sínar fyrstu minuttir á danska A-landsliðnum. Tað var í einum venjingardysti móti Eysturríki.

[object Object](Mynd: BK Häcken)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder