Fótbóltur

6. umfar byrjar í morgin

Hetta við dysti í Gundadali klokkan 18, har HB tekur ímóti EB/Streymi. Heimaliðini kann koma undir liðuna á Víking - júst Víkingur spælir stórdyst móti B36 sunnudagin. KÍ-B68 verður leygarkvøldið.

HB vann 1-0 á KÍ sunnudagin og kann hetta vikuskifti nærkast 1. plássinum meira. KÍ spælir á heimavølli móti botnliðið leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

HB vann 1-0 á KÍ sunnudagin og kann hetta vikuskifti nærkast 1. plássinum meira. KÍ spælir á heimavølli móti botnliðið leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-18 19:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er aftur eitt spennandi umfari í Betrideildini fyri framman, sum helst fær sítt hæddarpunkt í Sarpugerði sunnudagin klokkan 15.

Tà tekur Víkingur, við fullum stigatali, móti B36. Liðið hjá Dan Brimsvík vil bjóða av um FM-heitið, men eftir fult stigatal fyrstu trý umførini hevur liðið bert fingið eitt í teimum báðum seinastu dystunum (07 Vestur heima og NSÍ úti) B36 nærum noyðist at vinna fyri at vera heilt væl við.

HB kann í annaðkvøld leggja nakað av trýsti á hini oddaliðini. EB/Streymur fekk sín fyrsta sigur síðsta umfar, men liðið hjá Adolfo Sormani er stórfavorittur í fyrstu uppgerðini í umfarinum. Fyrsta bríksl í Gundadali fríggjadagin verður klokkan 18.00.

Umleið eitt samdøgur seinni spæla KÍ og B68 við Djúpumýru. B68 hevur bert eitt stig og er undir strikuni, men størri trýst er á KÍ, sum nú er nakað frá 1. plássinum. Óvand støða, nógvir skaðar og fleiri spurnartekin í Klaksvík.

07 Vestur er á 4. plássi í løtuni og tekur ímóti Skála sunnudagin klokkan 15. Klokkan 17 verður dystur millum ÍF, sum er uttan venjara og uttan stig, og NSÍ.

6. umfar í Betrideildini
Fríggjadagin 19. apríl
18.00: HB - EB/Streymur

Leygardagin 20. apríl
18.30: KÍ - B68

Sunnudagin 21. apríl

15.00: 
Víkingur - B36

07 Vestur - Skála

17.00: ÍF - NSÍ

Støðan í Betri deildini hjá monnum eftir fimm umfør
1. Víkingur 15 stig
2. HB 12 stig
3. B36 10 stig
4. 07 Vestur 10 stig
5. KÍ 9 stig
6. NSÍ 9 stig
7. EB/Streymur 4 stig
8. Skála ÍF 3 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder