Annað

Myndir: Ársins skúlaleikaflokkar vórðu funnir í gjár

Skúlaleikir 2024: Teir eru 4. flokkur úr Eysturkommunu, 5. flokkur av Skála og 6. flokkur úr skúlanum við Løgmannabreyt.

(Mynd: Gilli Brend)

(Mynd: Gilli Brend)

2024-04-25 07:29 Author image
Innsent
placeholder

324 børn hittust til ein lívligan dag í sólini í Havn týsdagin. Ein dagur fullur av rørslugleði og felagsskapi, fløggum, heppum og smílum. 

Ársins Skúlaleikaflokkarnar í 2024 gjørdust 4. flokkur úr Eysturkommunu, 5. flokkur av Skála og 6. flokkur úr Skúlanum við Løgmannabreyt.

Stóri endabresturin gekk fyri seg í Høllini á Hálsi, Dansifrøi, Gundadalshøllini og á Tórsbreyt. Ítróttasambondini, sum hava verið við á skúlaleikunum í ár eru Frælsur ítróttur Føroya, Flogbóltssamband Føroya, Badmintonsamband Føroya, Róðrarsamband Føroya, Kurvabóltssamband Føroya, Føroya Styrkisamband og Parasport Føroyar.

Myndirnar hevur Gilli Brend tikið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder