Fótbóltur

Fyrsti dysturin byrjar longu klokkan 15

Tað er á Svangaskarði, har finalaistur í fjør tekur ímóti ÍF og nýggjum venjaratoymi. EB/Streymur og 07 Vestur spæla klokkan 17.30, og fyrsta bríksl í B36-Skála verður klokkan 19.

Lagt er upp til tættan dyst millum 07 Vestur og EB/Streym. Tey spæla við Margáir klokkan 17.30 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lagt er upp til tættan dyst millum 07 Vestur og EB/Streym. Tey spæla við Margáir klokkan 17.30 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-25 12:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældir í gjárkvøldið, har AB, TB, Víkingur og HB spældu seg víðari.

Sí eisini: 
HB vann fyri triðju ferð í ár á KÍ
AB, TB og Víkingur víðari

Í dag, flaggdagin, verða tríggir dystir spældir. Teir liggja nakað spjaddir, har tann fyrsti er á Svangaskarði klokkan 15. Allar uppgerðirnar eru millum lið í Betrideildini. 

Spennandi verður millum annað at síggja, hvussu skerdu steypafinalistarnir í fjør og ÍF við nýggjum venjarum standa til hvørt annað. Hetta eru niðastu liðini í Betrideildini. 07 Vestur vann fyri kortum tættan dyst á EB/Streymi. Bæði liðini vóru í hálvfinalunum í fjør. B36 er í einum ringum stima, og steypadysturin móti Skála skal vera byrjanin til at venda tí. 

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, flaggdagin 25.04:
15:00: B68 - ÍF 
17:30: EB/Streymur - 07 Vestur
19:00: B36 - Skála

Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara - Televarpið vísir allar dystirnar.

Í gjár, mikudagin 24.04
KÍ - HB 2-3 (0-2)
5' Mathias Voss (Mikkel Dahl) 0-1
43' Mikkel Dahl (Mathias Voss) 0-2
47' Sjálvmál 1-2
70' Hanus Sørensen (Dávid Reynheim) 1-3
90 (+3)' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-3

Sí meira um dystin her
Myndir: HB varpaði KÍ úr steypakappingini
HB vann fyri triðju ferð í ár á KÍ

Hinir dystirnir:

FC Suðuroy - TB 0-2 (0-1)
24' Olivur Renéson Thomsen (Torkil Úlvur Jespersen Holm) 0-1
79' Mikal Tummasarson (Anders Tønnesen) 0-2
Meira um dystin her

FC Hoyvík - Víkingur 1-3 (1-1)
26' Fróði Pæturson Rasmussen 1-0
37' Sølvi Vatnhamar (Signar á Brúnni) 1-1
65' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 1-2
68' Jákup Johansen (Áki Magnussen) 1-3
Meira um dystin her
Myndir: Tá FC Hoyvík loypti hvøkk á

B71 - AB 5-6 eftir brotsspørk (1-1 eftir longda leiktíð)
120 Bartal Skaalum Petersen 0-1
120 (+4)' Nóa Falkvard Petersen 1-1 
Meira um dystin her

Lutakast til fjórðingsfinalurnar verður eftir B36-Skála í kvøld, skrivar fsf.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder