Fótbóltur

Norski hjálparvenjarin tekur fyribils yvir í Klaksvík

Tað váttar Tummas Lervig fyri Norðlýsinum. Talan er um 48-ára gamla Espen Haug, sum hevur royndir úr trið-og næstbestu deildini í heimlandinum.

Espen Haug stendur upp undir dystinum millum KÍ og HB, meðan nú uppsagdi Haakon Lunov - í húgvuni - situr og hyggur at. Haug hevur nú stóra uppgávu sum fyribils venjari hjá føroyameistarunum, ið skulu finna stevið aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Espen Haug stendur upp undir dystinum millum KÍ og HB, meðan nú uppsagdi Haakon Lunov - í húgvuni - situr og hyggur at. Haug hevur nú stóra uppgávu sum fyribils venjari hjá føroyameistarunum, ið skulu finna stevið aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-25 22:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í kvøld gjørdist tað tað greitt, at Haakon Lunov ikki longur hevur eitt starv sum fótbóltsvenjari í Klaksvík- Gitingar hava verið um hetta - serliga síðani steypaósigurin fyri HB í gjár. KÍ-avrikið í 1. hálvleiki var serstakliga vánaligt, og tað hevur verið ein tung byrjan uppá kappingárarið fyri sigursvanda felagið og viðhaldsfólk tess.

- Gongdin hjá okkara besta liði og vantandi úrslit eru høvuðsorsøkin til hesa avgerð, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, sum harmast um, at samstarvið ikki eydnaðist betur, og at úrslitini hava verið so lak higartil í ár. Hetta samsvarar ikki við málsetningin hjá felagnum, og tí er neyðugt at taka stig, sum kunnu venda keðiligu gongdini.

Sí eisini: KÍ tveitt venjaran til hús

Hetta staðfestir nevndin í felagnum eftir fund í KÍ-høllini í kvøld. Haakon Lunov hevði annars venjingina hjá KÍ seinnapartin og var í Streymnesi og hugdi eftir EB/Streymi og 07 Vestur - KÍ skal spæla í júst Streymnesi týskvøldið. Síðani komu boðini tó.

- Eg havi gjørt alt, sum eg kundi í eini krevjandi og truplari tíð hjá felagnum við broytingum, men eg virði avgerðina hjá nevndini. Eg eri glaður fyri tíðina í KÍ, fyri spælararnar, starvsfólk, fólkið og Klaksvík, og eg trúgvi uppá, at um støðan í felagnum verður støðug, so vinnur liðið meistaraheitið 2024 – við ella uttan Haakon Lunov, sigur fráfarandi venjarin við ki.fo.

[object Object]Haakon Lunov tapti sín fyrsta almenna dyst  (2-3 fyri HB í stórsteypadystinum)

[object Object].... og tapti eisini 2-3 fyri HB í sínum seinasta dysti sum høvuðsvenjari hjá KÍ (Myndir: Sverri Egholm)

Tað er framveis óvist, hvør skal stýra KÍ-skútini restina av árinum. Tann fyrsti, sum fær møguleikan, er maðurin sum hevur verið hjálparvenjari hjá Haakon Lunov seinastu mánaðirnar.

Hann sæst sitandi við reyðum bandi um hálsin á myndini beint omanfyri. 48-ára gamli Espen Haug var í fleiri ár venjari hjá Gjørvik-Lyn. Í 2022 og 2023 var liðið í triðbestu norsku deildini - eftir uppflyting. Har endaði tað ávíkavist á 5. og 11. plássi. 

Haug hevði millum annað fyrrverandi 07 Vestur spælararnir Martin Heiberg og Rafael Veloso í hópinum. Í 2016 royndi hann seg sum høvuðsvenjari hjá Raufoss í næstbestu deildini, men tað endaði við greiðari niðurflyting. Raufoss var felagið, sum Haug spældi mest við sjálvur.

48-ára gamli norðmaðurin kom til Klaksvíkar í vetur hevur nú gjørt fyribils avtalu við KÍ. Norðlýsið skrivar, at hann skal stýra liðnum, til ein nýggur høvuðsvenjari er funnin.  

Nær tað verður er ógreitt, staðfestir Tummas Lervig fyri Norðlýsinum í kvøld. KÍ hevur venjing aftur leygardagin og spælir á útivølli móti EB/Streymi týskvøldið. Hetta er í Betrideildini, har KÍ hevur tólv stig fyri seks dystir. Hetta er ikki ein góð byrjan í mun til undanfarnu árini hjá føroyameistarunum, sum hava skinklað og nú eisini eru úti av steypakappingini 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder