Fótbóltur

Brandur gjørdi bart í steypadysti

Skoraði tvey mál og legði upp til eitt tá Fredrikstad basti liðið úr triðbestu deildini. Noah Mneney skoraði fyri Bryne, sum eins og Sandnes Ulf og Gullbrandur Øregaard komu víðari móti lægri liði.

28-ára gamli landsliðsmiðvallarin hevði týðandi leiklut í at Fredrikstad skal møta Rosenborg mikudagin - Brandur Hendriksson hevði milum annað eina frísparksperlu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

28-ára gamli landsliðsmiðvallarin hevði týðandi leiklut í at Fredrikstad skal møta Rosenborg mikudagin - Brandur Hendriksson hevði milum annað eina frísparksperlu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-26 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvir føroyingar eru í norskum fótbólti, og fleiri hava verið í eldinum í steypakappingini í vikuni. Talan var um 1/32-finalurnar.

Fýra spælarar spældu mikukvøldið, og U21-landsliðsspælararnir Noah Mneney og Gullbrandur Øregaard komu víðari. Gullbrandur hevur spælt nógv í miðverjuni seinastu vikurnar, og hann og liðfelagarnir hildu málið reint á útivølli móti Vard Haugesund. Í 1/16-finalunum í næstu viku skulu Gullbrandur og liðfelagirnir royna seg móti Odds BK úr bestu deildini - fyrrverandi liðið hjá Gilla Rólantsson har Ole Erik Midtskogen (KÍ, 2020) spælir nú.

Noah Mneney sleppur ikki líka nógv framat sum landsliðsliðfelagin. Undan dystinum móti Mandalskameratene mikudagin hevði hartarbeiðandi miðvallarin spælt samanlagt eitt korter fyri Bryne í ár, umframt í einum 10-0 sigri í steypakappingini. Hesin steypadysturin var eisini ógvuliga ójavnur: Bryne vann 7-0.

Tað jaliga fyri 21-ára gamla føroyingin er, at hann spældi 90 minuttir og skoraði eisini eitt mál. Næsta uppgávan hjá Bryne úr steypakappingini er Arendal úr triðbestu deildini.

[object Object]
Noah Mneney spældi lítið í seinnu hálvu í fjør, og hendan gongdin heldur sanniliga fram í 2024, sær tað út sum. Tað er bert á U21-landsliðnum og í steypadystum móti lægri liðum, at miðvallarin spælir 90 minuttir. Hetta er ein trupulleiki fyri menningina hjá Noah - serliga um tað heldur fram (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Meinhard Egilsson Olsen er í gongd við at koma heilt fyri seg eftir krossbandsskaðan. Vongurin kom á vøllin í 2. hálvleiki í tapinum hjá Mjøndalen í Eidsvold. Mótsstøðuliðið spælir vanliga í triðbestu deildini, men slík úrslit koma javnan fyri í NM. Mjøndalen er heldur ikki byrjað væl í OBOS-deildini.

Heri Hjalt Mohr fekk eina spennandi steypauppliving. Havnarmaðurin spælir nú við Strømmen í triðbestu deildini, sum fekk vitjan av Lillestrøm. Liðið úr bestu deildini var á odda 4-0 í steðginum og hildið varð, at hetta var avgjørt.

Strømmen vildi tað tó øðrvísi, og eftir fimm minuttir í 2. hálvleiki hevði Heri lagt upp til eitt mál. Lillestrøm kom á 1-5, men so fór Eirik Asvestad í gongd. Hann gjørdi hattrikk fyri Strømmen uppá 12 minuttir - málið til 4-5 var uppá brotsspark í 87. minutti. Tað eydnaðist tó ikki at skapa sensatiónina.

[object Object]
26-ára gamli bakkurin við stóra orkutanganum roynir seg nú í norskum fótbólti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í gjárkvøldið vóru seinastu føroyingarnir í gongd í hesum umfarinum. Fredrikstad vitjaði í Tønsberg og varð eitt sindur kroyst móti liðnum úr triðbestu deildini. Útiliðið kom á odda 1-0 og 2-1, men Eik-Tønsberg svaraði aftur í báðum førum.

Brandur Hendriksson fekk tó loyst upp við einum frálíkum frísparki í 57. minutti, og seinasta korterið skoraði Eliteseriu-liðið tvær ferðir afturat. Brandur legði upp til seinasta málið og skoraði eisini tað fyrsta. Harvið eitt gott kvøld hjá Skálvíkinginum: Tvey mál og eitt upplegg í 5-2 sigrinum, sum tryggjar liðnum hjá Mikkjali Thomassen ein heimadyst móti Rosenborg í næsta umfari mikudain (1.mai)

Brandur byrjaði eisini inni í 1-1 javnleikinum móti Viking síðsta vikuskifti. Annars er 28-ára gamli landsliðsspælarin byrjaður á bonkinum higartil í ár í Eliteseriuni, har Fredrikstad hevur staðið seg væl sum uppflytari: Fimm stig í fýra dystum og bert tap fyri oddaliðnum Bodø/Glimt. Tað eydnaðist Mikkjali og hansara monnum at basa Brann á útivølli - sum bert hevur tapt tann dystin.

Jóannes Bjartalíð er framvegis skaðadarvaður - Fredrikstad spælir sunnudagin klokkan 16 á heimavølli móti Sandefjord.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder