Fótbóltur

7. umfar verður spælt mánakvøldið og týskvøldið

Mánadagin 29. apríl eru millum annað spennandi dystir hvør sínumegin Skálafjørðin. Týskvøldið endar umfarið við dysti við Margáir, har KÍ vitjar.

Víkingur og NSÍ bresta saman í 7. umfari - tað er nummar fýra, ið tekur ímóti oddaliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur og NSÍ bresta saman í 7. umfari - tað er nummar fýra, ið tekur ímóti oddaliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-26 14:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuni hevur 1. umfar í steypakappingini verið spælt, og nú skulu liðini aftur hugsavna seg um landskappingina.

Sí eisini: Summar spennandi fjórðingsfinalurnar

Í Klaksvík kostaði steypadysturin endaliga starvið hjá Haakon Lunov. Nevndin hjá KÍ hevur tikið avleiðingina av ringu byrjanini uppá kappingarárið. Fyrsta uppgávan hjá fyribils venjaranum Espen Haug, ið hevur verið hjálparvenjari í ár, verður í Streymnesi týskvøldið. Har hevur EB/Streymur vunnið 5-0 tvær dystir á rað - ÍF í Betrideildini og 07 Vestur í steypakappingini í gjár.

Hetta verður seinasti dysturin í 7. umfari. Hinir verða spældir mánakvøldið. Dystirnir 07 Vestur - HB og Skála - B68 stóðu upprunaliga á skránni sunnudagin, men eru fluttir til mánakvøldið. Hetta er av tí, at trý av hesum liðunum spældu steypadyst í gjárkvøldið, og best er at hava tríggar fullar "hvílidagar" millum dystirnar.

7. umfar í Betrideildini
Mánadagin 29. apríl

18.00: 
07 Vestur - HB
B36 - ÍF

19.00:
Skála - B36
NSÍ - Víkingur

Týsdagin 30. apríl
18.00: EB/Streymur - KÍ

Støðan í Betri deildini hjá monnum

1. Víkingur 18 stig
2. HB 15 stig
3. KÍ 12 stig
4. NSÍ 12 stig
5. 07 Vestur 11 stig
6. B36 10 stig
7. EB/Streymur 4 stig
8. Skála ÍF 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig

Tað eru annars kanska teir báðir dystirnar, sum byrja klokkan 19 í Runavíkar kommunu, ið eru mest spennandi. NSÍ skal royna at bjóða oddaliðnum við fullum stigatali av, og eysturoyaruppgerðin hinumegin kann gerast ógvuliga týðandi fyri kappingarárini hjá Skála og B68.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder