Hondbóltur

Spæla um fyrimunin í finalurøðini í Hoyvík

Tað er 1-1 í finalum undan dystinum í kvøld, sum byrjar klokkan 20. Stórur spenningur hjá hoyvíkingum og kollfirðingum.

Tað er eitt hart stríð um FM millum KÍF og H71, sum hava ymiskar liðsamansetingar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað er eitt hart stríð um FM millum KÍF og H71, sum hava ymiskar liðsamansetingar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-27 13:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein tøtt fyrsta finala, har H71 var omaná seinastu løtuna og síðani ein ógvuliga dramatisk, sum endaði við at málverjin hjá KÍF kastaði bóltin í tóma H71-málið til 24-23.

Harvið er 1-1 í finalurøðini í Burn-deildini. Tað eru føroyameistararnir tvey tey seinastu árini móti avbjóðarum úr Kollafirði, sum ikki so mong væntaðu fóru at vera har.

KÍF endaði á 5. plássi í landskappingini, men í endaspælinum vann liðið fyrst gysara ímóti Neistanum og sendi síðani FM-favorittarnar úr Vestmanna út - við sigri í Vestmanna. Tað er ein spennandi blanding av ungum og so meira royndum spælarum í Kollafirði.

[object Object]Reyði Múrurin - áskoðarnir hjá KÍF - hava gjørt stóran mun (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Her verður ungi vongurin Bárður Dam - ein av umráðandi spælaruum - fagnaðurin eftir sigurin mikukvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hjá H71 eru tað ikki so nógvir, sum spæla fast nú, sum hava verið lyklaspælarar seinastu árini. Fleiri hava tó tikið stóra ábyrgd - eingin er yvir 22 ár.

Vantandi royndirnar sóust kanska móti endanum mikudagin. Í kvøld er tað aftur spurningurin, hvør kann standa fyri trýstinum og hvat lið hevur mest yvirskot og orku.

Neyðugt er við í øllum førum tveimum finalum afturat, og dysturin í Hoyvík er týðandi í mun til at fáa sálarliga og ítøkiliga fyrimunin.

3. FM-finalan í Burn-deildini
Í kvøld, leygardagin 27.04 í Hoyvíkshøllini
19.00: H71 (1) - KÍF (1)

Kann stroymast á live.hsf.fo og hoyrast á FM1

Neyðugt er at vinna tríggjar FM-finalur fyri at gerast føroyameistari. Spælt verður í Kollafirði mikukvøldið 1/4 og so møguliga aftur í Hoyvík næsta vikuskifti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder