Fótbóltur

Tóku stig frá meistarunum

Spenningur í landskappingini hjá kvinnum, har bæði Víkingur og NSÍ bjóða KÍ av.

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2024-04-28 16:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Toppdystur í Djúpumýri seinnapartin tá KÍ tók ímóti Víkingi. Undan hesum umfarinum høvdu bæði liðini fult stigatal, og nakað av trýsti var tí ár.

Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og bæði málini komu í seinna hálvleiki. Málið hjá Víkingi skoraði Rakul Sørensen í 68. minutti við langskoti, sum sat í málhorninum, og við ongum møguleika hjá Fanni Kata Turi í KÍ-málinum at taka.

Seinna málið kom góðar tíggju minuttir seinni tá KÍ legði trýst á, og Durita Hummeland fekk fótin á.

1-1, og eitt stig í part. Higartil er kappingin meira spennandi enn undanfarin ár, og tað eru serliga KÍ, Víkingur og NSÍ, sum at síggja til eru væl við í ár.

NSÍ vann seinnapartin 6-0 á B36, og í løtuni spælir HB móti TB/FCS/Royn í Trongisvági, og har var 6-0 í hálvleikinum. Nýggju liðini í deildini, FC Hoyvík og Skála ÍF leiktu javnt 0-0.

Støðan Betri deildin kvinnur
1. Víkingur 10 stig
2. KÍ 10 stig
3. NSÍ 9 stig
4. B36 6 stig
5. FC Hoyvík 4 stig
6. HB 3 stig*
7. SKála ÍF 1 stig
8. TB/FCS/Royn 0 stig*

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder