Fótbóltur

Arbeiða nógv við yvirtali og undirtali

Nógv verjuspæl til venjingina fyrrapartin - í kvøld varð 7 ímóti 6 við Eliasi á Skipagøtu og Hákuni West av Teigum fínpussað. Føroyar skulu finna røttu loysnirnar til fyrra dystin mikukvøldið.

Tvær venjingar í Hoyvíkshøllini í dag - her er tað Helgi Hildarson Hoydal, sum ger seg til reiðar at skjóta (Mynd: Sverri Egholm)

Tvær venjingar í Hoyvíkshøllini í dag - her er tað Helgi Hildarson Hoydal, sum ger seg til reiðar at skjóta (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-06 20:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mun til fyrru venjingina í dag - fyrrapartin - vóru Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum aftur í heimstaðnum og við harpiksi á hondunum í Hoyvíkshøllini. Hetta sum týðandi liður í fyrireikingunum til HM play-off dystirnar í vikuni.

Sí eisini: 
Myndir: HM-fyrireikingarnar byrjaðu í Hoyvík
Elias spældi ein leiklut í sigri hjá Kiel

Høgri vongurin vandi fulla venjing, meðan spælsskiparin so at siga bert var við, tá hann skuldi stjórna yvirtalsspælinum. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið nakað darvaður av knænum seinastu tvær vikurnar, men nummar 71 fær spælt hesa vikuna.

Fyrr í dag vandu føroyingarnir so at siga bert verjuspæl. Serliga í undirtali: 7 ímóti 6. Hetta er tí at Norðurmakedónia spælir rímilga nógv hetta. Kenslan hjá Føroyum er, at tað kann revsast, og um innspæl til strikuna verða avmarkaði, so er ikki neyðugt at norðurmakedónar fáa nógv burturúr hesum.

Tað er ikki vist, at Føroyar fara at brúka sítt 7 ímóti 6 spæl so nógv í heimadystinum, men hetta vápnið skal skerpast.

Peter Bredsdorff-Larsen og hansara menn hava eisini tvær venjingar í morgin - fyrri HM-undandysturin móti Norðurmakedónia verður á Hálsi mikudagin 8. mai klokkan 19.

Sí eisini (samrøður):
Pauli Jacobsen: Royni at venja meg við verndarbrillurnar
Bjarni í Selvindi: - Spæli uttanlands so landsliðsmøguleikin er har
Tróndur Mikkelsen:- Eg vil hjálpa liðnum so væl sum gjørligt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder